Matmarknaður í Tórsgøtu í Havn

Sunnudagin verður staðbundin matmarknaður Havn

Serføroyski matmarknaðurin, ið skuldi vera í Tórsgøtu í morgin, er fluttur til sunnudagin 24. oktober.

 

Har fara matframleiðarar úr øllum Føroyum at luttaka á marknaðinum, og møguleiki verður at keypa hágóðskuvørur beinleiðis frá framleiðarunum: seyðakjøt- og avroð, neytakjøt, turkaðan tara, nýupptikið grønmeti og annað gott.

 

Í hesum sambandi verður Tórsgøta stongd fyri allari ferðslu frá Sverrisgøtu oman til Vágsbotn frá klokkan 8-19 sunnudagin. 

 

Parkeringsøkið yvir av Reinsarínum er í hesum sambandi stongt, nú teir í morgun fóru at seta stóra tjaldið upp á økinum.