Leygardagin verður matiné aftur á skránni í Havnar kirkju, har bólkurin Yggdrasil fer at framføra.
Við bólkinum hesaferð er pólendingurin Piotr Damasiewic. Piotr er føddur í Wroclaw, trompetleikara og multi-instrumentalistur. Tónleikur hansara spennur víða og inniheldur inniheldur elementir úr free jazz tónleika, europeiskum klassiskum tónleiki, europeiskum improviseraðum tónleiki, sound art, electro-akustikari improvisatión og eksperimentellum tónleiki.
Yggdrasil er eitt norðurlendskur tónleikabólkur við støði í Føroyum. Bólkurin er stovnaður av tónasmiðinum og klaverleikaranum Kristin Blak. Yggdrasil hevur eitt repertoire sum inkluderar nógvar ymiskar tónleikagenrur frá improviseraðum og etniskum til klassiskan tónleik.
Tónleikabólkurin Yggdrasil trio:
Piotr Damasiewicz (trompet),
Kristian Blak (piano),
Mikael Blak (bass)