Matiné í Mariukirkjuni í Havn

Í morgun, leygarmorgunin klokkan 11.30, spæla systrarnar úr Sveis, Monika Stauss Joensen og Andrea Stauss Hofmann, í Mariukirkjuni í Havn.

Konsertin í Mariukirkjuni fyrrapartin er partur av konsertrøðini á Summartónum.

 

 

Monika Stauss Joensen spælir á violin, og Andrea Stauss Hofmann spælir á urgu. Monika hevur í nógv ár búð í Føroyum og starvast sum violinlærari innan Musikkskúlan. Systirin Andrea býr í Sveis, har hon starvast sum urguleikari í ymiskum kirkjum.

 

Tær byrjaðu at spæla á violin og klaver sum smágentur og hava spælt nógv saman, tó at fyrrnevnda býr og er gift í Føroyum, og systirin býr í Sveis. Hvørt ár spæla tær á ymiskum støðum í Sveis, tá Monika er og ferðast, sum hon er á hvørjum ári.

 

Konsertin í Mariukirkjuni fyrrapartin er partur av konsertrøðini á Summartónum, sum Felagið Føroysk Tónaskøld aftur í ár skipa fyri við konsertum kring landið.

 

Seinnapartin í morgin spæla systrarnar úr Sveis í Riberhúsi í Fuglafirði, har varmakelda er.

 

##med2##

 

 

 

 

 

Konsertin í Mariukirkjuni fyrrapartin er partur av konsertrøðini á Summartónum.

Monika Stauss Joensen spælir á violin, og Andrea Stauss Hofmann spælir á urgu.