Matiné í Havnar kirkju

Hesaferð er tað Mattias Kapnas, sum fer at spæla á klaver.

 

Leygardagin 19. oktober kl. 11.30 verður matiné í Havnar kirkju. Hesaferð er tað Mattias Kapnas, sum fer at spæla á klaver.


Mattias Dimitris Kapnas, er føddur í 1991 og tók prógv frá MGK í Føroyum í 2009, við læraranum Jóhannes Andreassen. Síðani gekk hann eitt ár á tónleikalinjuni á Fólkaháskúlanum Ingesund í Svøríki. Á heysti í 2010 byrjaði hann at lesa á kongaliga musikkkonservatoriinum í Keypmannahavn við dosent Bohumila Jedlickova. Á triðja ári skifti hann lærara til dosent Amaile Malling og sama ári gjørdist hann bachelor. Mattias gongur nú á fyrsta ári sum kandidatslesandi á konservatoriinum.


Leygardagin er eittans verk á skránni. Tað er Partita nr. 6 av Johann Sebastian Bach (1685-1750). Ein partita er eitt tónleikaverk fyri sololjóðføri. Ein røð av satsum, hvørs heiti, taktslag og eginleikar ofta taka útgangsstøði í upprunaligum dansisatsum. Harafturat eru ofta satsar, sum bera onnur heiti úr tónleikaheiminum – í Partita nr. 6 Toccata og Air. Partita nr. 6 hevur 7 satsar:1. Toccata, 2. Allemande, 3. Courente, 4. Air, 5. Sarabande, 6. Tempo di Gavotte, 7. Gigue.