Huganlig og fjálg løta tá ið Jóhanna Johannesasen og Andras Sólstein spældu saman á urgu og trompet á Torra-Matineini í gjár “Mítt hjarta tilhald hevur” - svensk fólklag, arrangerað av Nicolae Bogdan og hildu fram við “Tonerna” - C. L. Sjøberg, arrangerað av Nicolae Bogdan
Síðani helt Jóhanna fram á urguni við “Prelude of the te Deum” arrangerað av Marg Antione Charpentier
Eftir hetta tók Klaksvíkar hornorkestur yvir við “Reyðu bók” haðani try spældu “Aurelia, All in the april evening, cor Jesu, All through the night og Eventide”.
Ein frálíka hugnalig løta, har eisini varð boðið kaffi og køkur saman við góðum práti í kirkjukjallaranum.










