Leygardagin 28. febr. kl. 11.30 verður aftur matiné í Havnar kirkju. Hesa fyrrapartsløtuna fara limir úr Tórshavnar Kamarorkestri at spæla barokktónleik. Grundstuðlarnir í kamarorkestrinum eru fýra musikklærarar, sum manna eina strúkikvartett; men síðani verður vaksið um orkestrið eftir tørvi við meira framkomnum næmingum, í hesum føri seks. Leiðari er Kanny Sambleben.
Verkini, ið spæld verða, eru eftir Pachelbel, Telemann og Corelli.