Í morgun klokkan 11.30 syngur kórið Sct. Severin Pigekor úr Haderslev í Danmark til matiné í Havnar kirkju.
Tað er kórið úr Gammel Haderslev Kirke við Astrid Thomsen, kórleiðara, sum syngur. Í kórinum eru 16 gentur, sum eru frá 16 ? 21 ár. Kórið virkar sum kirkjukór og syngur sunnudagar til guðstænastu í kirkjuni har á staðnum.
Kórið fer eisini at hava konsert í kirkjuni á Viðareiði og í Fuglafirði. Sunnudagin syngur kórið til guðstænastuna í Havnar kirkju.