Matiné fyri tey eldru

Fríggjadagin verður stórt tiltak, tá Eldradagurin er á skránni.

Millum tey mongu tiltøkini henda dagin er ein matiné - ein konsert - í Dómkirkjuni seinnapartin.

Klokkan 14:15 bjóðar nevniliga kirkjan til eina konsert við trimum tónleikarum:

Petra Iversen fer at syngja, Laila Nielsen fer at spæla blokkfloytu, og Gudmund Mortensen, ið virkar sum urguleikari í Dómkirkjuni, spælir urgu og klaver.

Hóast matiné'in verður hildin í samband við eldradagin, er neyvan nakar ivi um, at onnur yngri eru vælkomin at lurta hesa løtuna.