Matiné í Dómkirkjuni

Leygardagin 19. juli verður matiné í Havnar Kirkju, har nakrir av okkara ungu tónleikarum fara at spæla. Teir hava allir fingið útbúgving í Føroya Musikkskúla, og nakrir av teimum fáa sær nú víðari útbúgving á konservatorium uttanlands. Tað eru millim annað violin-, bratsch- og cellospælararnir Jákup Lützen, Heiðrun Petersen, Pól Jespersen og Andreas Restorff, sum spæla satsir úr strúkikvartet av Dvorak og Smetana. Jón Festirstein og Andreas Restorff fara at spæla duet og eisini aðrir ungir tónleikarar verða við.