Í morgin, leygardagin klokkan 11, verður matiné í Christianskirkjuni í Klaksvík við heitinum At sigla, farast og hvørva.
Talan er um eina øðrvísi matiné, har Monika Stauss og Dánjal Eysturstein spæla violin og klaver, meðan Heðin Kambsdal spælir á Orgul.
Men eisini fara Elsa og Róland í Skorini á hesi Matinéini at hugleiða um hugtøkini »At hvørva, sakna og ikki vita«.
Hetta við støði í krígsárunum, har 80 familjur í Føroyum - undir og eftir 2. heimsbardaga ikki vistu, nær, hvar og hvussu menn, pápar og synir fórust.
Eisini hava Frits Johannesen og Heðin Kambsdal, listamenn eina lítla listaframsýning við ímyndum úr hesum sama – Holocaust, ella fólkatýning.
– Henda Matinéin er ein partur at Torraskránni, og øll eru vælkomin heilsa tey úr Klaksvík.