Matiné í Christianskirkjuni

.

Í sambandi við Norðoyastevnuna er ætlanin at hava eina sokallaða matiné í Christianskirkjuni Norðoyastevnuaftan klokkan 11. Ein matiné er ein framførsla, sum fer fram fyrrapartin - orðið kemur av franska orðinum matin, sum merkir morgun.

Luttakandi verða ein blásikvartet við limum úr Klaksvíkar Hornorkestri, ein strúkitrio og ein klavertrio. Spæld verða verk av Purcell, trio fyri strúkarar av Schubert og ein trio fyri klaver, violin og cello av Haydn.

Høvi verður her at sita í tí stórbæru Christianskirkjuni og njóta friðin og hátíðina, sum er yvir sjálvum rúminum, meðan tú hoyrir framførdan ljómfullan tónleik.