Í samband við Vetrarjazz 2021 fer Lasse Jæger at framføra sítt nýggjasta elektroniska tónleikaverk.
Sum tónaskald arbeiðir Lasse við ljóð, video og tekstum. Verkini eru sett saman av stubbum av tónleiki, filmum, sjónvarpsrøðum og ljóðupptøkum. Alt verður sett saman til tónlistaverk, sum bæði líkist tí upprunaliga tilfarinum og myndar sítt egna serliga tónleikaliga mál.
Tónleikurin sum Lasse framførir leygardagin tekur útgangsstøði í tónleikastubbum frá fløguútgávunum Jazz í Føroyum 1, 2, og 3, sum komu út í tíðarskeiðinum 1976 - 1981. Í nýggja skapinum verður føroyski jazz-dýrgripurin umskapaður til eitt slag av huglags jazz-symfoni.
Lasse er upprunaliga úr Keypmannhavn, men býr í Havn saman við konuni Lív og átta ára gomlu dótrini Unn Sofía. Hann hevur kandidat útbúgving í elektroniskum tónleiki og ljóðlist fra Syddansk Musikkonservatoriinu frá 2018.
– Vælkomin til eina forvitnisliga matiné í Havnar kirkju leygardagin klokkan 11:30, heilsa tey úr Havnar kirkju.