Mathias Voss tekur eitt ár afturat í 07 Vestur

“Voss er boss” er ein sangur hjá fjepparafelagnum hjá 07 Vestur. Tá ið tað kemur til ferð á vøllinum, er hetta heilt sikkurt ein sannleiki.

 

Tað skrivar 07 Vestur, sum í kvøld boðar frá, at Mathias Voss hevur longt sáttmálan við felagið.

 

– Vit eru sera glað og stolt at kunna boða frá, at Mathias Voss verður við 07 Vestur komandi kappingarár.

 

– Voss kom til 07 Vestur hetta kappingarárið og hevur sett síni fingramerki á bæði álopsspælið og verjuspælið hjá 07 vestur. Tað er serliga ferðin, sum ofta hevur argað mótstøðuleikarar. Og nógv góð innlegg er tað blivið til.

 

– Vit gleða okkum til at syngja “Voss er boss” aftur komandi kappingarár, skrivar 07 Vestur.