##med2##
Aftaná tvey rimmar ár við tveimum greipum vinna kvinnurnar hjá EB/Streymi/Skála onki steyp á hesum sinni.
Tað er veruleiki aftaná greiða 0-3 tapið móti HB í steypafinaluni.
Tað hevur verið stór útskifting á liðnum hjá EB/Streymi/Skála, og tað merktist staðfesta høvuðsvenjarin, Mathias Davidsen og veteranurin Rakul Magnussen, ið ikki dylja, at HB vann ein uppibornan steypafinalusigur.
Á ljóðfíluni omanfyri ber til at hoyra samrøðurnar reportarin hjá FM1, Petur Asbjørn Lervig gjørdi við Matthias Davidsen og Rakul Magnussen.
HER ber til at hoyra samrøðurnar Petur Asbjørn Lervig gjørdi við høvuðsvenjaran hjá HB, Allan Dybzak, og HB-spælararnar, Liljuna av Fløtum, Heidi Sevdal og Ásu á Reynatúgvu.