Tá Vísindavøka aftur verður á skránni í september í ár, verður matgransking høvuðsevnið.
Allir granskingarstovnarnir vera við í tiltakinum, har granskarar og onnur varpa ljós á, hvat fyriferst innan føroyska gransking og fólk sleppa at síggja og royna ymiskt, sum hevur við gransking at gera.
- Vit hava valt at hava eitt tema ella evni, sum flestu tiltøkini og framsýningarnar fara at snúgva seg um. Evnið er matgransking í víðastu merking. Hetta arbeiða flestu granskingarstovnar í Føroyum við frá nógvum ymsum síðum, siga tey úr Granskingarráðnum.
Granskingarráðið hevur júst fingið játtað góðar 220.000 kr. í stuðli frá ES til Vísindavøkuna 2013, sum verður fríggjadagin tann 27. september.
- Undir yvirskriftini Food for Thought sannførdu vit ES um, at tað ber til at skipa eitt fjølbroytt, áhugavert og málrættað tiltak, sum kann hava breiðan áhuga. Endamálið er at geva almenninginum innlit í, hvussu nógv gransking fer fram, sum hevur týdning fyri okkum øll, bæði í mun til matvørutrygd, góðsku, heilsu, mentan, vinnumøguleikar og annað, sigur Granskingarráðið.
Granskingarráðið skipar á hvørjum ári fyri Vísindavøku síðst í september. Í fjør vitjaðu umleið 1500 fólk tiltakið í Østrøm á Skálatrøð. Hetta var fimta og størsta Vísindavøkan higartil. Tað var tá fyrstu ferð, at tiltakið fekk stuðul frá ES, sum part av samstarvsavtaluni millum Føroyar og ES um gransking.










