Matgonga í Vági í mentanarvikuni

Á mentanarvikuni í Vági er eitt øðrvísi mattiltak á skránni. Vágbingar og onnur kunnu vitja fýra matstøð, har tey fáa roynt ein rætt á hvørjum staði.


Tiltakið hevur fingið heitið Matgongan og verður mikudagin 1. mai.  Hvørt av matstøðunum borðreiðir við einum betri bita og onkrum leskandi afturvið.

Byrjað verður í Miðlatúni, har gestirnar verða býttir í bólkar og fara so runt frá einari matstovu til aðra. Á hvørjari matstovu verður bjóðað ein rættur og drykkivørur afturvið. Steðgað verður á hvørjari matstovu í umleið 25 minuttir og verða so brúktir 5-10 minuttir at ganga til næsta matstað.

Matgongan gevur teimum staðbundnu og vitjandi høvi at fáa eina øðrvísi matuppliving í Vági, siga fyrireikararnir.