Materialisman hevur sigrað

Í seks ár hevur VK-stjórnin sett dagsskránna í danska virðiskjakinum. Samstundis eru danir vorðnir ríkari og ríkari. Men hvat hevur Fogh stjórnin flutt? Materialisman – og bilseljarar og køkssølumenn – síggja út til at vera stóru vinnarnir í borgarliga virðisbardaganum

Carsten Andersen

Tekning: Roald Als


Virðiskjak snýr seg ikki bara um virðir og hugburð, men eisini um pengar. Og flestu viðmerkjarar eru samdir um, at materialisman er vinnarin í tí virðiskjaki, sum VK stjórnin fleiri ferðir hevur sett á dagsskránna.

Sambært Frederik Preisler frá lýsingarfyritøkuni Propaganda er tosið um virðiskjak ongantíð vorðið til meira enn eitt frívirðiskjak.

- Henda stjórnin roknar virðir sum nakað, sum fíggjarmálaráðharrin kann rokna seg fram til. Tað snýr seg altíð um pengar, sigur hann.

- Okkara hugburður hevur broytt seg. Vit hava ongantíð verið materielt so væl fyri og ongantíð mentalt so avmergjaði sum nú. Grundliggjandi haldi eg, at hendan stjórnin tey seinastu seks árini hevur mutrað okkum øll við skattastegði og frívirðum. Í Borgargøtu í Keypmannahavn lá í mong ár ein stórur, vakur handil, har mann kundi keypa sær klaver. Í dag kanst tú keypa tær køk í hesum handli. Hetta lýsir væl tíðarandan, haldi eg. Tað hevur størri virði at koma frá einum heimi við einum lekrum køki enn tað er at koma frá einum heimi við klaver, sigur Frederik Preisler.


Smáborgarlig handilsvirðir

Claus Kastholm Hansen, viðmerkjari í Berlingske Tidende, heldur eisini, at búskaparliga framgongdin hevur sett týðulig spor eftir seg í danska samfelagnum og í danskari virðismeting.

- Øll hugsa um, hvussu tey sjálvi hava tað, og hvat tey sjálvi eiga og hava. Økta materialisman og eyðmerkta moralisman og trongskygni eru eitt týðuligt virðisskifti, har tey smáborgarligu virðini hava sigrað, staðfestir hann.

Jørgen Carlsen, forstandari á Testrup háskúlanum, býtur serliga merki í, at virðispolitikkurin ikki býtir politisku flokkarnir upp í vinstra og høgra, tí materialistisku virðini røkka langt inn í javnaðarflokkin.

- Ikki tí eg eri ímóti, at vit hugsa um búskapin, men tað er nú hugstoytt, at eitt av heimsins ríkastu londum hava sum yvirskipað mál at gerast enn ríkari. Kjakið um altjóðagerð hevur bara snúð seg um búskap, búskap og búskap. Vit eru einans upptikin av, hvat vit skulu liva av, og ikki hvat vit liva fyri. Men neoliberalisman sleppur jú lætt um tann spurningin við at siga, at tað mugu vit sjálvi um, sigur Jørgen Carlsen.


Horvni felagshuðurin

Hanne Reintoft, rithøvundur og samfelagskjakari, heldur, at borgarliga virðisstríðið hevur eydnast. Tað er ikki longur nakað, sum eitur “fælleskab, kollektivitet og solidaritet.”

- Vit dyrka øll okkara egna lívsprojekt. Tú skalt vera tín egna succes.

At perspektivið í virðiskjakinum er smalkað, er hon ikki einsamøll um at halda. Frederik Preisler tosar um trý løg, sum fyrr vóru í kjakinum. Tað tætt við: Virum Torv. Tað regionala: Danmark og Europa, og síðani eisini tað globala. Nú er bara Virum Torv eftir, sigur hann.

Samskiftissráðgevin, Henrik Byager, er samdur.

- Tað snýr seg um míni børn, mína sjúku og mína gamlu mammu. Vit tosa ikki um kríggið í Irak ella ES.

Spurningurin er, um virðiskjakið er broytt so nógv, at tað ikki vendist aftur. Sambært Frederik Preisler hevur materialisman sigrað seg í hel.

- Vit eru í ferð við at fáa materielt forstoppilsi, sum vónandi endar við einari frígevandi diarré, har alt kemur út, sigur hann.