Eitt primtal – ella frumtal er tal, størri enn 1, sum bara kann býtast við 1 og sær sjálvum, um úrslitið skal vera eitt heilt tal, t. d. 2, 3, 5...
Eftir bara einum árið er metið fyri longsta primtal tikið, skrivar brekst blað.
Tað er ikki meira enn eitt ár síðani, at matematikarar síðstu ferð uppdagaðu eitt primtal, sum var steørri enn tað, sum higartil var hildið at vera tað longsta.
Stutt eftir jól var so eitt enn longri tal funnið. Tað skrivar bretska blaðið The Guardian.
Primtalið er 23 milliónir tøl og verður tí ikki endurgivið her. Men sambært The Guardian er talið kent sum M77232917.
Nýggja primtalsmetið er umleið eina millión tøl longri enn tað fyrra, skrivar The Guardian.
Tað nýggja metið er samstundis eitt sonevnt Mersenne primtal. Talbólkurin er uppkallaður eftir franska munkinum, Marin Mersenne frá 1600 talinum.
Eitt Mersenne-primtal er eitt primtal sum øll onnur, men uppfyllir harumframt tað krav, at tað kann finnast við at tvífalda eitt tal nóg ofta, áðrenn tú dregur eitt frá.
Nýggja metið er tað 50. av slagnum, sum eru funnið, skrivar bretska blaðið.
Tá tey í 2016 funnu tað tá hægsta primtalið, skrivari Videnskab.dk, at tað fór at taka meira enn eitt ár uttan svøvn at telja til talið.
Primtøl verða millum annað brúkt til kryptering og kotur eitt nú sum pinkotur til dankort.
Jagstranin eftir einum enn longri primtali heldur fram. Tað er ein vinningur upp á umleið eina millión krónur til tann fyrsta, sum finnur eitt primtal við minst 100 milliónum tølum, hevur Videnskab.dk fyrr skrivað.
Vit kunnu skoyta uppí her, at um Sosialurin skuldi prentað nýggja primtalið, so hevði tað fylt 216 útgávur av Sosialinum á rað. Tað vil siga, at talið er so stórt, at tað fyllir líka nógv sum alt sum stendur í Sosialinum í hálvtannað ár.
/ritzau/