Matematik

Úf segði, at 16 fólk vóru deyð í einum kolanámi í Kina í gjár.


 

Í fjør doyðu 5300 fólk í kolanámum í Kina.

Hettar gevur í meðal gott 14 fólk um dagin.

Sostatt doyðu bara tvey fólk meira enn vanligt í Kinesiskum kolanánum í gjár.

Í Kina búgva meira enn ein milliard fólk, ella yvir 24.000 ferðir fleiri fólk enn í Føroyum, og í Kina doyggja 45.000 fólk dagliga.

Tí burdi Kinesiska útvarpið (Úk) sagt frá, um so er at ein føroyingur er deyður, meira enn vanligt, tey seinastu 63 árini.