Mateitrað ferðafólk

80 norðurlendsk ferðafólk eru løgd á sjúkrahús í Bodrum-økinum í Turkalandi eru løgd inn á sjúkrahús við ógvusligum krampa í maganum.

Fleiri teirra eru tó longu útskrivað aftur.

Ferðaskrivstovan Spies Rejser sigur við danska blaðið BT, at 17 av teirra donsku gestum fóru á sjúkrahús, men tey flestu eru útskrivaðir.

Gestirnir búðu á Petunya Beach Resort nær við Bodrum.

Ikki er greitt, um fólkini hava etið eitraðan mat, ella at reinførið á gistingarhúsinum ikki hevur verið nóg greitt. Tað verður kannað nú. Ferðafólkini hava eisini verið á útferðum.

Tað hevur ikki eydnast at fáa uppskpurt, um nakrir føroyingar eru á umrødda gistingarhúsinum í Turkalandi beint nú.