Jacob Bymer gjørdi einasta málið, sum kom í dystinum ímillum KÍ og B68, og hann var eisini vandamesti spælarin á KÍ-liðnum í fyrra hálvleiki.
Men beint fyri hálvleiki noyddist danski álopsspælarin av vøllinum, tá ið hann fekk ein skaða í lærið. Enn er ikki greitt, hvussu álvarsamur skaðin er, men hann forðar møguliga Bymer í at spæla næsta vikuskiftið.
Jacob Bymer kom úr Esbjerg til Klaksvíkar í fjør, men tá eydnaðist honum ikki at gera mál, hóast hann var nógv við og spældi væl til tíðir. Í ár hevur hann skorað bæði í steypakappingini og í landskappingini.
-jm