Fótbóltsprát
Sjálvur tóktist hann eisini vera væl nøgdur um avrikið, og ikki minst um úrslitið.
- Vit høvdu sjálvir góðar vónir undan hesum. Vit hava spælt væl seinastu dystirnar, og tí vistu vit, at hetta var ein uppgáva, sum vit kundu loysa, helt hann.
Hann ásannaði tó, at NSÍ fyrstu løtuna hevði havt sera ilt við at fáa glið á spælið. Í øllum førum fram til teir løgdu seg á odda.
- Vit løgdu ikki heilt so hart út, sum vit høvdu ætlað okkum, men eg haldi, at vit høvdu toluliga gott tamarhald á kortini. Tá vit so fingu ordiliga tak í dystinum, so haldi eg, at vit koyrdu tað heim.
Og eftir steðgin sá ikki út til, at tit bara hugsaðu um at verja leiðsluna?
- Vit ætlaðu at fáa eitt mál afturat alt fyri eitt, soleiðis at vit kundu lukka dystin. Tað eydnaðist so ikki, men vit hildu kortini á at trýsta. Og tað var kanska eisini tað rætta. Í øllum førum hevði tað við sær, at vit ikki trektu okkum ov langt aftur á vøllin, soleiðis sum tað oftani verður gjørt, og tað kann væl gerast ein vandamikil støða, helt Hjalmar Dalbúð at enda.










