Kanningar vísa, at tað er av stórum týdningi, serliga fyri børn í skúlaaldri at fáa heilsugóðan mat.
Tí eiga allir skúlar í kommununi at hava kantinu ella annað felags høli, har næmingarnir hava møguleika at bíleggja sær ein heitan og heilsugóðan rætt í døgurðasteðginum. Dentur verður sjálvandi lagdur á, at allur matur verður tilgjørdur úr heilsugóðum rávørum.
Sum í øðrum Norðurlondum skal kommunan lata fíggjarligan stuðul til slíka matarskipan fyri at tryggja, at øll børn hava ráð og møguleika at eta minst eina heita máltíð um dagin.
Ein slík matarskipan og felags matarhald hevði kunnað lært børnini góðar matvanar, góðan borðsið og styrkt sosialu samveruna. Á tann hátt høvdu tey verið sera væl fyri at tikið ímóti frálæru, tað ið eftir var av skúladegnum.
Matarskipan í øllum skúlum í kommununi er eitt mál, ið eg fari at leggja orku í at seta í verk, fái eg sæti í býráðnum.
Høgni Joensen
Valevni á lista C