FIFA-forsetin, Sepp Blatter, hevur róð fram undir, at Zinedine Zidane kann missa sín heiti sum besti spælarin í HM í 2006. Hendan heiður fekk Zidane eftir kappingina, men Blatter heldur, at Zidane kann missa heiður orsaka av reyða kortinum í finaluni, sum FIFA nú skal kanna nærri. Men maðurin, sum Zidane gjørdi seg inn á, heldur, at Zidane skal hava heiðurin.- Eg vóni ikki, at Zidane missir heitið. Hann hevur uppiborið at vinna tað, og hann skal ikki dømast orsaka av eini einstakari hending, sigur Marco Matarazzi.