Kendastur gjørdist hann fyri leiklut sín í røðini Matador.
Har leikti John Martinus nazisturin Holger, sum í røðini Matador var pápi Ellen.
John Martinus andaðist mikudagin.
Fyrsta leiklutin hevði hann sum 11 ára gamal í Cirkusrevyen.
Seinni kom hann í 64 ára longu yrkisleið síni at standa á revypallum saman við stóru stjørnunum, og verður helst sjálvur taldur millum revystjørnurnar.
Leiklutir á filmi hevði hann fleiri, men oftast smærr leiklutir. Hann var m.a. við í filmunum Idioterne, Bænken, Dancer in the Dark og En Kongelig Affære.
John Martinus var framvegis virkin á palli, nú hann andaðist mikudagin.









