Matador missur hyggjarar

Seinasta leygarkvøld vóru 1.194.000 hyggjarar, sum hugdu eftir sjónvarpsrøðini Matador á DR.

 Matador er framvegis at meta sum ein vælumtókt sending, men áhugin er minkandi, sambært donskum miðlum. Leygarkvøldið vóru yvir 100.000 hyggjarar færri enn undanfarna leygarkvøld. Matador er best umtókta sjónvarpsrøð í Danmark nakrantíð og hevur verið endursend fleiri ferðir.