Matador bukaði landsliðið

Danska landsliðið fekk bert javnleik á heimavølli móti Kekkia, men teir taptu klárt í kappingini um hyggjaran móti Matador.

Meirilutin av teimum hyggjarum, ið høvdu tendrað fyri sjónvarpinum leygarkvøldið, vildu heldur síggja Mads Skjern, Misse Møghe og grísahandlara Larsen, fram um Agger Kjær og Cornelius.

846.000 sóu í meðal fótbólt á TV2, meðan DR1 hevði 971.000 hyggjarar til Matador.

- Vit høvdu vónað at havt fleiri hyggjarar. Men vit mugu bara viðganga, at leygarkvøld ikki er eitt gott kvøld at vísa fótbólt. Leygarkvøld eru stór familjukvøld, og vit hava altíð havt tað trupult, tá vit vísa landsdystir leygarkvøld, sigur Frederik Lauesen frá TV2.

Men hann heldur eisini, at tað hevur ávirkað, at danir hava verið fórðaðir við ítrótti alt summar. EM í juni, Tour de France í juli og OL í august.

- Danir hava sær nógvan ítrótt. Tað gjørdu teir eisini fyri átta árum síðani og tá høvdu vit 806.000 hyggjarar til Danmark-Ukraina, so vit hava hóast alt havt eina ávísa framgongd, sigur Frederik Lauesen.

- Tað undrar meg, at so nógv hugdu eftir Matador. Men góðska avnoktar seg ikki, og Matador er ein fantastisk røð, sigur hann.

TV2 hevur bert donsku heimadystirnar, men hevur nú keypt útidystin í Milano 16. oktober móti Italia.

- Vit fáa vónandi fleiri hyggjarar til ein landsdyst týskvøld. Fáa vit sama lága hyggjaratal til útidystin móti Italia, undrar tað meg sáran, sigur Frederik Lauesen.