Mata bjargaði Manchester United

(Premier League) Góða gongdin hjá Southampton heldur, meðan Burnley vann fyri fyrstu ferð

Fimm dystir hava verið í 11. umfari í Premier League í dag. Southampton heldur fram við at taka øll á bóli. Suðurenska felagið vann í dag 2-0 á botnliðnum Leicester og liggur framvegis nummar tvey í Premier League.

 

Les eisini: Costa gjørdi av við neyðarsligt Liverpool

 

Liðið seldi undan kappingarárinum spælarar sum Adam Lallana, Luke Shaw, Rickie Lambert og Dejan Lovren, umframt at venjarin endaði í Tottenham. Nýggi venjarin, Ronald Koeman, og fleiri av nýggju spælarunum hava tó hildi fram frá góða kappingarárinum í fjør.

 

Hesa ferð var tað Shane Long, sum var munurin á liðnum. Hann skoraði bæði málini fyri Southampton. Bæði málini komu seinasta korterið.

 

Manchester United hevði ávísar trupulleikar av Crystal Palace á Old Trafford, men slapp við skrekkinum og vann 1-0. Hetjan gjørdist innskifti Juan Mata, sum við skoti uttanfyri brotsteigin í seinna hálvleiki skoraði einsamalla málið. Gestirnir bjargðu eisini á strikuni einu ferðina.

 

Crystal Palace hevði eisini sínar møguleikar. Frazier Campbellóiva havt lagt Crystal Palace á odda í fyrra hálvleiki, tá misskiljing í verjuni gjørdi at hann bleiv púra einsamallur móti málverjanum, men brendi upp á tað skammiligasta. Eisini skuldi málverjin havt vart fyri skotinum hjá Juan Mata, sum bleiv munurin á máltalvuni.

 

Burnley vann í dag sín fyrsta dyst í hesum kappingarárinum. Sigurin kom í hús í heimadystinum móti Hull. Ashley Barnes skoraði einsamalla málið í dystinum. Einki mál kom í dystinum millum West Ham og Aston Villa. Fyrr í dag vann Chelsea 2-1 á Liverpool.

 

Premier League: 11. umfar

Í dag:

Liverpool - Chelsea 1-2 (1-1)

1-0 Emre Can, 9

1-1 Gary Cahill, 14

1-2 Diego Costa, 67

 

Burnley – Hull 1-0 (0-0)

1-0 Ashley Barnes, 50

 

Manchester United – Crystal Palace 1-0 (0-0)

1-0 Juan Mata, 67

 

Southampton – Leicester 2-0 (0-0)

1-0 Shane Long, 76

2-0 Shane Long, 80

West Ham – Aston Villa 0-0 (0-0)

 

QPR – Manchester City (17:30)