Chelsea er framvegis við í stríðnum um Champions League plássini, men tað var um reppið at Wigan fekk annað stigið á Stamford Bridge.
Chelsea kom á odda eitt korter inn í seinna hálvleik, tá Raul Meireles spældi Branislav Ivanovic leysan, sum skoraði. Wigan leikararnir vóru í øðini og vildu verða við, at talan var um rangstøðu. Átta minuttir fyri tíð javnaði Mohamed Diame fyri Wigan, men í yvirtíðini avgjørdi Juan Mata dystin, tá hann prikaði eitt Fernando Torres skot í málið.
Chelsea liggur á fimta plássi við 56 stigum, meðan Wigan framvegis liggur undir niðurflytingarstrikuni.
Tottenham spældi málleysan javnleik móti Sunderland og hevur nú yvirhála Arsenal og liggur á triðja plássi. Arsenal spælir í morgin móti Manchester City á heimavølli. Liverpool spældi aftur javnt á Anfield. Hesa ferð móti Aston Villa, sum kom á odda í fyrra hálvleiki. Stutt fyri tíð javnaði Luis Suarez fyri heimaliðið.
Premier League:
7/3:
Sunderland Tottenham 0-0
Bolton Fulham 0-3
Chelsea Wigan 2-1
Liverpool Aston Villa 1-1
Norwich Everton 2-2
WBA Blackburn 3-0
Stoke Wolves 2-1
6/3:
Swansea Newcastle 0-2
8/3:
Manchester United QPR 13:30
Arsenal Manchester City 16:30











