Juan Mata var munurin, tá Chelsea í dag vann 4-2 á Tottenham á White Hart Lane. Spaniólin skoraði tvey mál og legði upp til eitt.
Chelsea verður framvegis oddalið í Premier League, tá allir dystirnir eru spældir um vikuskiftið. Tað tryggjaðu teir sær við sigri í holuni hjá grannunum úr Tottenham. Gary Cahill legði Chelsea á odda, men við málum frá Jermain Defoe og Willian Gallas vendi Tottenham dystinum tíðliga í seinna hálvleiki.
So traðkaði spanski miðvallarin til og skoraði tvær ferðir. Eitt í 66.minutti og eitt í 69 minutti. Í tíðini sum dómarin hevði lagt afturat, staðfesti innskifti Daniel Sturridge sigurin við máli til endaliga úrslitið 4-2.
Premier League:
Tottenham Chelsea 2-4