Í morgin verður skipað fyri einum hugnaligum kvøldartúri, har Disa Christiansen fer at vísa runt í bygdini og í nánd av bygdini. Greitt verður frá um villar plantur og húsplantur, og hvørjar gagnligar eginleikar tær hava. Heilt nógvar av okkara plantum eru vælsmakkandi , eru vælegnaðar til matnað og hava harumframt grøðandi eginleikar.
Kl. 18.00 Farið verður við Ternuni av Bursatanga
Kl. 18.30 Túrur til gongu við Disu Christiansen
Kl. 20.30 Heimavirkið er opið
Kl. 20.30 Kunningarstovan er opin og hevur kaffisølu. Uppskriftir vera til taks.
Kl. 20.30 Kaffistovan er opin
Kl. 22.25 Ternan fer av Klivum
Ferðaseðilin verður keyptur umborð og kostar 45 krónur báðar vegir. Túrurin kostar 50 krónur, børn tó ókeypis. Goldið verður, tá túrurin byrjar.