Skeiðið í heyst er ætlað bæði skúlaleiðarum og til námsfrøðingar, ið hava leiðarastørv. Somuleiðis er skeiðið egnað til fólk, ið umhugsa at søkja eitt námsfrøðiligt leiðslustarv seinni eins og til fólk, ið arbeiða við organisatiónsmenning á námsfrøðiliga økinum. Skeiðið gevur 15 ECTS, verður sagt í tíðindaskrivi.
Endamálið við skeiðinum er at geva teimum lesandi kunnleika og hegni til at virka sum námsfrøðiligir leiðarar, ið nýta nútíðar námsfrøðilig leiðsluástøði, við einum jarðildi í føroyska samtíðar samfelagnum.
Tey evni, ið verða viðgjørd á skeiðnum, eru millum annað: Yvirlit yvir námsfrøðiliga leiðslufakøkið, nýggjastu rembingarnar á námsfrøðiliga leiðsluøkinum, føroysk viðurskiftir viðvíkjandi námsfrøðiligari leiðslu, fyrisitingarlig og strategisk leiðsla í námsfrøðiligum høpi, námsfrøðilig stovnsmenning, tann lærandi námsfrøðiligi stovnurin, spjadd námsfrøðilig leiðsla, samstarv í námsfrøðiligum stovnum og leiðsla í tvørsektionellum og tvørprofessionellum samstarvi á námsfrøðiliga økinum.
Seinni fer Setrið at bjóða eina 120 ECTS masterútbúgving í leiðslu og stýring/fyrisiting, har tað er møguligt at steðga eftir 60 ECTS og fáa eitt diplomprógv í leiðslu og stýring/fyrisiting á masterstigi. Tá er møguligt at søkja um at fáa hetta skeiðið í yvirskipaða námsfrøðiliga leiðslu góðskrivað.
Ein “master”útbúgving eftir Bologna-leistinum merkir tað sama sum kandidatútbúgving í Danmark, verður sagt í tíðindaskrivinum.
Undirvísarar vera Súsanna Olsen, stjórnamálafrøðingur og master í virðisleiðslu og Jóhannes Miðskarð, Cand. ped. í námsfrøðiligari sálarfrøði og PhD.










