Master í leitingarjarðalisfrøði

Fýra teir fyrstu, sum hava tikið masterprógv í náttúruvísindum í Føroyum saman við vegleiðara sínum. Teir fingu prógv sum Master í leitingarjarðalisfrøði frá Fróðskaparsetrinum 22. juni 2010.

Frá vinstru: Bjarni Petersen, Fríðrik Heinesen, Benadikt Joensen og Heðin I. Abrahamsen. Uttast høgrumegin er Jim Brown, professari á Náttúruvísindadeildini, sum hevur staðið fyri fakliga innihaldinum í útbúgvingini.