Danski fjøllistamaðurin Morten Lindberg er deyður, 53 ára gamal. Hetta váttar redaktørurin á Radio 24/7, Jørgen Ramskov, fyri donskum miðlum í dag.
Hann var kendur undir navninum Master Fatman, og hann undirhelt á nógvum ymsum pallum. Hann var bæði listamaður, sangari, útvarps- og sjónvarpsvertur, diskari og filmsleikstjóri.
Í 1980unum fekk hann sítt gjøgnumbrot við tónleikinum. Hann bleiv landskendur í Danmark fyri sínar tulkingar av ABBA klassikarum. Hann leikstjórnaði fyrsta film sín í 1992 - Gayniggers from Outer Space - og sama árið gav hann út bókina Master Fatmans livshistorie.
Seinni hevur Morten Lindberg verið vertur í fleiri DR sendingum, og síðan 2015 hevur rødd hansara verið at hoyrt á Radio 24/7 í sendingini Croque Monsieur.