Frá fyrstu byrjunarstøðu lá Massa alla koyringina á odda, bert í løtum, tá hann hevði verið í pitt og onkur annar ikki hevði verið inni enn, lógu onnur á odda. Ferrari liðfelagin Kimi Räikkönen var alla koyrigina beint í hølunum á honum, men megnaði ongantíð heilt at leggja stórt trýst á Massa, og endaði á øðrum plássi.
Oddafiskurin í heimsmeistarakappingini Lewis Hamilton í McLaren Mercedes lá á einum rættiliga tryggum triðja plássi, inntil hann punkteraði og hetta kostaði honum dýrt, hann fór afturum bæði Heidfeld í BMW, og liðfelaga sín, Fernando Alonso, ið á degnum ikki var nóg skjótur til meira enn eitt triðja pláss. Stø
Hitin var øgiligur í Turkalandi við upp móti 40 hitastigum, tílíkur hiti plagar at gera, at nógvir bilar ganga fyri, men í dag steðgaðu einans tveir av teimum 22 bilunum. Adrian Sutil og Mark Webber.
Við fimm formil 1 koyringum eftir er kappingin um heimsmeistaraheitið aftur víðopin, Hamilton er nú einans fimm stig frammanfyri Alonso og ávikavist fimtan og sekstan stig framman fyri Massa og Räikkönen.
Úrslit Bilførari Lið Tíð Stig
1 Felipe Massa Ferrari vinnari 10
2 Kimi Räikkönen Ferrari +2.2 sek. 8
3 Fernando Alonso McLaren-Mercedes +26.1 sek. 6
4 Nick Heidfeld BMW +39.6 sek. 5
5 Lewis Hamilton McLaren-Mercedes +45.0 sek. 4
6 Heikki Kovalainen Renault +46.1 sek. 3
7 Nico Rosberg Williams-Toyota +55.7 sek. 2
8 Robert Kubica BMW +56.7 sek. 1
9 Giancarlo Fisichella Renault +59.4 sek.
10 David Coulthard Red Bull-Renault +71.0 sek.
11 Alexander Wurz Williams-Toyota +79.6 sek.
12 Ralf Schumacher Toyota +1 umfar
13 Jenson Button Honda +1 umfar
14 Anthony Davidson Super Aguri-Honda +1 umfar
15 Vitantonio Liuzzi STR-Ferrari +1 umfar
16 Jarno Trulli Toyota +1 umfar
17 Rubens Barrichello Honda +1 umfar
18 Takuma Sato Super Aguri-Honda +1 umfar
19 Sebastian Vettel STR-Ferrari +1 umfar
20 Sakon Yamamoto Spyker-Ferrari +2 umfør
Givin Adrian Sutil Spyker-Ferrari +5 umfør
Givin Mark Webber Red Bull-Renault +49 umfør










