Massa vann á Sakhir

Hóast Felipe Massa vann formil 1 koyringina sunnudagin, varð tað Lewis Hamilton, ið stjól yvirskriftarnar. Nú verður tosað um, at 22 ára gamli bretin longu í ár kann gerast fyrsti bretski heimsmeistari síðan Damon Hill.

Formil 1

Við einum sigri í formil 1 koyringini á Sakhir breytini í Barein, legði Felipe Massa seg veruliga upp í oddastríðið í formil 1. Fyrstu ferð í ár megnaði ungi brasiliumaðurin at umseta sannførandi úrsltini í royndarkoyrngunum til úrslit, tá á stóð. Við trimum koyringum koyrdum eru tríggir bilførarar ájavnir á 22 stigum, og Massa er einans fimm stig aftanfyri.
Felipe Massa vann koyringina, uttan nakrantíð at vera undir trýsti. Hann byrjaði í fremstu byrjunarstøðu og helt støðuna frammanfyri Lewis Hamilton í McLaren Mercedes.
Í øðrum svingi fór Fernando Alonso í hinum McLaren bilinum framvið Ferrari bilinum hjá Kimi Räikkönen. Hann megnaði tó ikki at halda støðuna, og eftir 21 umfør hevði eisini Nick Heidfeld í BMW lagt heimsmeistaran afturum seg.
Hóast nakað av trýsti var móti endanum, hendu ikki fleiri broytingar millum fremstu bilarnar, og úrslitið er, at nú er HM púra opið.

Hamilton fólkahetja
Sum besti nýggi koyrari nakrantíð hevur Lewis Hamilton verið millum teir bestu tríggjar formil 1 koyrararnar í øllum trimum koyringunum higartil. Hóast hann higartil ikki hevur megnað at vunnið eina koyring, liggur hann við tveimum øðrum plássum og einum triðja plássi á deildum fyrsta plássi í kappingini um HM. Hamilton, Räikkönen og Alonso hava allir 22 stig. Hetta hevur longu gjørt unga bretan til eina hetju í formil 1 øra heimlandinum.
At hann hetta vikuskiftið megnaði at seta liðfelagan og heimsmeistaran Alonso uppá pláss bæði í tíðarkoyring og sjálvari koyringini, hevur bert økt um fjeppara-talið í Bretlandi. Ein av mest virdu formil 1 frásøgumonnunum nakrantíð - legendariski Murray Walker - segði í gjár við Sky Sports, at Hamilton verður heimsmeistari skjótt, kanska enntá í ár. Bretar hava ikki havt ein heimsmeistara, síðan Damon Hill vann í 1996.

Skuffandi bretsk úrslit
Verri gongur hjá tí hinum báðum bretsku koyrarunum, ið høvdu rættiliga stórar vónir áðrenn koyringina. Honda bilurin hjá Jenson Button er millum ringastu bilar á breytini og hevur enn ikki fingið nakað stig. Eisini Red Bull bilurin hjá David Coulthard er enn uttan stig. Hetta hóast bilurin er teknaður av Adrian Newey, ið verður mettur at vera besti sniðgevi í formil 1. Í Barein endaði koyringin hjá Button longu í øðrum svingi, tá júst David Coulthard og hann rendu saman. Coulthard fekk tó hildið fram, men gavst seinni við tøkniligum trupuleikum.