Massa í fyrstu byrjunarstøðu

Við nógvum areodynamiskum broytingum hjá flest øllum liðum, og so vóru vónir um at onkur kundi avbjóða Ferrari og McLaren. Eisini hava royndarkoyringarnar hetta vikuskiftið bent á, at Renault og Red Bull vóru væl við. Men við Ferrari og Mclaren á teimum fýra fyrstu plássunum og einum BMW beint aftan fyri hesi liðini, tykist støðan at vera tann sama, sum í kappingini higartil.

 

Í dag var tað Felipe Massa, ið fekk fyrstu byrjunarstøðu frammanfyri heimabreytsfavorittinum Fernando Alonso. Renault bilarnar, ið hetta vikuskiftið hava verið sera sannførandi, brúktu sum einasta liðið bleytara dekk slagið í seinasta partinum av tíðarkoyringini, og hetta var eftir øllum at døma ikki nakað gott hugskot. Heikki Kovalinen var tann fremri av Renault bilunum á áttanda plássi, meðan Giancarlo Fisichella var tann seinasti av teimum tíggju, ið tá luttóku.

 

Úrslit Bilførari Lið

1 Felipe Massa Ferrari

2 Fernando Alonso McLaren-Mercedes

3 Kimi Räikkönen Ferrari

4 Lewis Hamilton McLaren-Mercedes

5 Robert Kubica BMW

6 Jarno Trulli Toyota

7 Nick Heidfeld BMW

8 Heikki Kovalainen Renault

9 David Coulthard Red Bull-Renault

10 Giancarlo Fisichella Renault

11 Nico Rosberg Williams-Toyota

12 Rubens Barrichello Honda

13 Takuma Sato Super Aguri-Honda

14 Jenson Button Honda

15 Anthony Davidson Super Aguri-Honda

16 Vitantonio Liuzzi STR-Ferrari

17 Ralf Schumacher Toyota

18 Alexander Wurz Williams-Toyota

19 Mark Webber Red Bull-Renault

20 Adrian Sutil Spyker-Ferrari

21 Christijan Albers Spyker-Ferrari

22 Scott Speed STR-Ferrari