Tað sá ógvuliga álvarsamt út, tá Hull leikarin, Ryan Mason, mátti av vøllinum við børu, tá Hull á útivølli spældi móti Chelsea. Serliga sá tað so álvarsamt út, tí at Ryan Mason hevði kraga um hálsin, umframt eitt tól at geva honum ilt við.
Ryan Mason fór beinleiðis á sjúkrahúsið eftir dystin, har tað leingi ljóðaði at hann var í lívsvanda, av tí at hann bæði hevði fingið kraniubrot og heilabløðing.
Men í kvøld hevur Hull víst aftur, at Ryan Mason er í lívsvanda.
Í tíðindaskrivi sum Hull City hevur sent út í kvøld, skrivar felagið.
- Felagið Hull City kann boða frá at Hull leikarin, Ryan Mason, fekk eitt skallabrot í útidystinum móti Chelsea. Hann varð beinleiðis tikin á sjúkrahúsið, har hann nú er skurðviðgjørdur.
- Ryan er nú í einari stabilari støðu og er ikki í lívsvanda. Tað er væntandi at hann verður liggjandi á sjúkrahúsinum teir komandi dagarnar, har teir hava eftirlit við honum.
Støðan hendi í fyrra hálvleiki, tá Gary Cahill hjá Chelsea og Ryan Mason hjá Hull stoyttu høvdini saman í einum luftbólti. Sjálvur dysturin millum feløgini endaði við einum 2-0 sigri til oddaliðið, Chelsea.