Maskinurnar til smáfisk eru keyptar

Ætlanin hjá Føroya Fiskavirking at virka smáfisk í Álakeri er broytt. Maskinurnar, sum eru keyptar til endamálið, verða helst settar upp á gamla Bacalao, og síðan verður uppsagingin av blokki og annað góðskingarvirksemi í Álakeri

Fiskivinna
Í vár segði stjórin í Føroya Fiskavirking, Meinhard Jacobsen, at felagið ætlar at gera meira við tann smáa fiskin, sum í stóran mun endar á útlendska marknaðinum, óvirkaður.
Tá ið Bjarti Mohr niðurlegði sítt virksemi á virkinum í Álakeri, sum Havnar Arbeiðsmannafelag eigur, varð avtala gjørd við Fiskavirking um, at FF skuldi yvirtaka leigumálið og halda fram í bygninginum.
Meinhard Jacobsen segði, at ætlanin hjá Fiskavirking var at keypa maskinur inn á virkið og fara at arbeiða smáfisk í hølunum.
Men hesar ætlanir eru nú broyttar.

Maskinurnar keyptar
- Vit hava keypt allar maskinurnar, sum vit skulu hava til virking av smáfiski, men ætlanin er nú broytt.
Broytingin er, sigur Meinhard Jacobsen, at nýggju maskinurnar væntandi verða settar uppá gamla Bacalao, og síðan fer Fiskavirking at flyta ein part av teirri framleiðslu, sum er á gamla virkinum, út í Álaker.
- Vit fara ætlandi í Álaker við góðskingini, sum er á gamla virkinum, tí vit
meta, at tað fer at verða betur fyri virksemið.
Meinhard sigur, at ætlanin er at flyta uppsagingina av blokki og annað
góðskingarvirksemi út í Álaker.
 Á virkinum í Havn arbeiðir Fiskavirking serliga frystan russarafisk, men virkið sagar eisini blokk og góðskar fiskavørur fyri onnur virkir hjá felagnum. Hesar maskinurnar skulu so flytast út í Álaker.
 - Í løtuni eru vit í holt við at finna út av, hvussu best er at gera.
 Spurdur, um virksemið verður størri, tá ið felagið nú eisini fer at skera og góðska smáfisk, sigur Meinhard.
- Ja, samlaða virksemið verður størri, men brúk verður ikki fyri nógvum fólki
aftrat, tí maskinurnar koma at taka sær av einum stórum parti av økta virkseminum.
Hann sigur, at nú góðskingin verður flutt út í Álaker, verður arbeitt við
at fáa frystaríið har úti uppaftur at koyra. Sum skilst, hevur tað ikki verið í drift leingi.

Pinbone
Meinhard sigur, at vøran, sum ætlandi verður framleidd burtur úr smáa fiskinum, verður 5 pund, nevnd ?pinbone?.
 - Hetta eru heil fløk, har kílin ikki er skorin burtur. Fløkini eru so smá, at tað loysir seg ikki at skera kílan burtur, sigur hann.
 Stjórin í Føroya Fiskavirking sigur, at tað er serliga í ávísum tíðarskeiðum, at nógvur smáfiskur kemur uppá land, og tí kann roknast við, at virksemið verður skiftandi.
 - Men við at flyta góðskingarpartin út í Álaker, verður virksemið har úti meira støðugt, sigur stjórin í Føroya Fiskavirking at enda.