LØGTING
Har ein hurð fer aftur, fer ein onnur upp.
Maskinurnar hjá SEV framleiða nú aftur streym allan dagin til allar føroyingar. Hesum hevur Føroya løgting syrgt fyri. Men Starvsmannafelagið og Havnar arbeiðskvinnufelag fóru í somu løtu í verkfall. Sosatt varð tendrað fyri diesel motorunum á sundi, men sløkt fyri moturunum á fleiri strandfaraskipum.
Tingfundur varð settur kl. 16 mikudagin. Tríggjar tingfundir og samfullar átta tímar seinni varð greitt, at løgtingið heilt einfalt hevur lóggivið maskinmeistararnar aftur til arbeiðis. Tølini søgdu tjúgu fyri og níggju ímóti. Samgongan atkvøddi fyri, og andstøðan atkvøddi ímóti.
Men áðrenn teir 29 tingmenninir kundu trýsta endaliga á yes ella no á knappaborðinum varð nógv sagt og gjørt í løgtinginum.
<B style="mso-bidi-font-weight: normal"$?$end$!$Víkja frá<B style="mso-bidi-font-weight: normal"$?$end$!$
Í fyrstu atløgu skuldi løgtingið atkvøða, hvørt víkjast skuldi frá tíðarfreistini. Tað varð samtykt. Síðani vóru fundir niðurlagdir og settir fleiri ferðir, og á hvørjum fundi var orðaskifti. Eitt tingmál verður fyrst lagt fram, síðani er fyrsta viðgerð, so fer málið í nevnd og eftir tað skal málið umvegis aðru og triðju viðger endaliga samtykkjast ella vrakast.
Tóktust samgonga og andstøða at vera langt frá hvørjum øðrum undan fundinum, so var enn longri eftir fundin. Serliga Sambandsflokkurin og Fólkaflokkurin tóktust at vera púra samdir. Samgongan hevði tikið sína avgerð undan fundinum, og hon broyttist ikki.
Andstøðan við Høgna Hoydal og Jenis av Rana á odda royndu at muta ímóti. Tann asosiali skattalættin, stuðulin til rækjuvinnuna og onnur mál vóru ferð eftir ferð nevnd av tingsins røðarapalli.
Samgongan, og serliga landsstýrismaðurin í fíggjarmálum, høvdu ábyrgdina av støðuni, ljóðaði frá andstøðuni.
Tað er einki óvanligt, at andstøða og samgonga skjóta eftir hvørjum øðrum. Men av áhoyrarplássunum kom eisini eitt ávíst trýst. Fimm fakfeløg vóru umboðað, og hóttanin um verkfall lá allatíðina í luftini. Tvey feløg gjørdu eisini álvara av hóttanunum. Feløgini royndu at greiða løgtingsmonnum frá teirra sjónarmiðum, men líka lítið hjálpti. Samgongan stóð við sítt. Ònøgdin millum áhoyrarnar bara vaks, sum tað leið út á kvøldið.
<B style="mso-bidi-font-weight: normal"$?$end$!$Àbyrgd til kommunurnar
Sjónarmiðini hjá samgonguni vóru púra greið og tey somu sum áður: Ein neyðloysn í einari neyðstøðu.
Andstøðan kom við øðrum sjónarmiðum. Miðflokkurin markeraði seg fyrst við at vera ímóti at víkja frá tíðarfreistini, og í viðgerðini í vinnunevndini legði Tjóðveldisflokkurin eitt nýtt uppskot fyri dagin.
Aðrastaðni á síðuni sæst at lesa, at umboðini fyri Tjóðveldisflokkin í vinnunevndini royndu at fáa løgtingið at fella uppskotið um at leingja sáttmálan við teirri grundgeving, at eitt uppskot seinni verður lagt fyri tingið um broyta kommunustýrislógina.
Heidi Petersen, løgtingsmaður fyri Tjóðveldisflokkin og umboð fyri flokkin í vinnunevndini, sigur, at Tjóðveldisflokkurin ikki vil góðtaka, at landið verður lagt í streymloysi, men loysnin hjá samgonguni var ikki nøktandi.
- Vit royndu at finna eina loysn, sum allir partar kundu góðtaka, og Maskinmeistarafelagið segði seg vilja gevast við verkfallinum, men hesum var ikki undirtøka fyri, sigur Heidi Petersen.
Hon sigur, at Tjóðveldisflokkurin ætlar sær at leggja uppskotið fyri tingið um at broyta kommunustýrislógina, soleiðis at landsstýrismaðurin ikki skal hava somu heimild at góðkenna sáttmálar í framtíðini- Vit meta, at kommunurnar eru minst líka ábyrgdarfullar sum landið í lønarspurningum, sigur Heidi Petersen.