Vágbingurin Jón Dahl Joensen er maskinstjóri á risastóra ferðamannaskipinum Oasis of the Seas. Mikukvøldið fer hann at siga frá skipinum í Stóra Pakkhúsi í Vági Oasis of the Seas er bygt í Finnlandi, og í fjør fór skipið sína fyrstu ferð. Mong minnast spenningin, tá hetta risa skip skuldi undir brúnna um Stórabelt, tí skipið er so stórt, at lítið vantaði í, at skortsteinarnir tóku í brúnna. Flestu miðlar í heiminum fylgdu hesi hending.
Miðlarnir hava síðani kjølurin varð strektur, havt stóran áhuga í stóra skipinum, og ikki minst nú, ið skipið er liðugt og í sigiling, er áhugin stórur. Skipið er ein heimur fyri seg á so mangan hátt. Har er alt, ið einum tørvar sum ferðandi, og eitt sindur afturat, umframt at ein kann hugsa sær til, at hetta skip er so ovurstórt, og er sum ein bygd ella býur fyri seg, tá hugsað verður um orkunýtslu, vatnnýtslu, mat og drykkivørur og annað.
Jón Dahl Joensen hevur verið við líka síðani byggiætlanin fór í gongd, og hann hevði sum maskinstjóri eftirlit við byggingini. Nú skipið er í sigling, er hann maskinstjóri umborð.
Á fyrilestrinum í Stóra Pakkhúsi í Vági mikukvøldið klokkan 20, fer Jón at siga frá ovurstóra luksus skipinum, ið hann er yvirmaður á. Hann vísir eisini myndir og og film, har m.a. sæst, hvussu byggingin fór fram.
MYNDIN omanfyri; Oasis of the Seas og við síðuna av liggur Seabourn Pride. Hetta skip er sum nýggi Smyril til støddar, og tá ein sær hesi skipini saman kann ein ímynda sær, hvussu risastórt Oasis og the Seas í verulieknum er. Hesi tølini siga kanska eitt sindur: Seabourn Pride 10.000 BRT og 135 metur, Smyril 12.300 BRT og 135 metur. Oasis 225.000 BRT og 360 metur