- Tað skal vera praktiskt, eggjandi og fjálgt at arbeiða á einari skipsbrúgv, tí hetta skapar eitt tryggari skip fyri manning, teirra familjur og reiðarí, sigur Hans Kristian Eyðunsson Hansen.

Maskinrúmið er hjartað – men heilin er á brúnni

- Eg staðseti øll tól saman við skipara – alt frá, hvar kaffikrússið hjá skiparanum skal standa til neyðstopp av spølum, sigur Hans Kristian Eyðunsson Hansen, sum teknar skipsbrúgvar í 3D.

 

- Tað skal vera praktiskt, eggjandi og fjálgt at arbeiða á einari skipsbrúgv, tí hetta skapar eitt tryggari skip fyri manning, teirra familjur og reiðarí, sigur Hans Kristian Eyðunsson Hansen.

Í løtuni hava føroysk reiðarí fleiri nýbygningar í gerð uttanlands, og millum hesar verða tveir í løtuni bygdir í Turkalandi. 

 

Annað av hesum skipum er flakatrolarin, sum JFK letur byggja og sum kemur í flotan fyri Gadus, og hitt er kombineraði rækju-og flakatrolarin, sum P/F Havborg letur byggja og sum varð flotaður í Turkalandi um dagarnar.

 

Tað er El-talvuvirkið í Norðragøtu, sum er ráðgevi og hevur projekteftirlit fyri reiðaríini við øllum tí elektriska partinum á hesum báðum nýbygningum. 

 

Maðurin, sum sniðgevur brúgvapultarnar til báðar nýbygningarnar í Turkalandi, er Hans Kristian Eyðunsson Hansen, sum starvast hjá El-talvuvirkinum. 

 

Men, hvørja bakgrund hevur gøtumaðurin og hálvi nólsoyingurin sum ger, at hann kann átaka sær uppgávuna at tekna og sniðgeva pultarnar til hesi skip?

 

- Eg havi arbeitt hjá pápa mínum á El-talvuvirkinum so at siga alt mítt lív - við undantaki av nøkrum millumbilum, har eg havi lisið, sigur hann. 

 

Hans Kristian hevur lisið tað, sum rópt verður 3D Animator, í Skotlandi og Onglandi.

 

- Hetta er ein útbúgving, sum lítið hevur við ravmagn at gera, men 3D-parturin kann brúkast í øllum byggiverkætlanum, sigur hann.

 

Við tað, at hann hevur arbeitt hjá El-talvuvirkinum so leingi, hevur hann eisini savnað sær eina vitan innan el-økið, samstundis sum hann er sloppin at royna seg við sniðgeving. 

Hvat snýr tín uppgáva seg ítøkiliga um?  

 

- Eg staðseti øll tól saman við skipara – alt frá, hvar kaffikrússið hjá skiparanum skal standa til neyðstopp av spølum. Síðan hugsi eg um sjálvt sniðið av pultunum, sum eisini er ein týðandi partur av mínum arbeiði, sigur Hans Kristian.

 

Fyrsta brúgvin, hann teknaði, var brúgvin á nýggja havrannsóknarskipinum, Jákupi Sverra.

 

##med2##

 

Hvussu umfatandi og tíðarkrevjandi er slíkt arbeiði, sum tú fæst við?  

 

- Her er nógv at hugsa um og taka atlit til, og tað síggja tey flestu, sum hava sæð eina nútímans skipsbrúgv. Vit kunnu siga, at maskinrúmið er hjartað í skipinum, men heilin er á brúnni. Tað er her, at avgerðirnar skulu takast, og øll ábyrgdin liggur, sigur Hans Kristian.

 

Hann vísir á, at ein brúgv skal vera sum minst stressandi fyri tey, sum arbeiða her. 

 

- Her skal vera praktiskt, eggjandi og fjálgt at arbeiða, tí hetta skapar eitt tryggari skip fyri manning, teirra familjur og reiðarí. Við øllum hesum í huga krevur tað nógva tíð og stórt arbeiði at seta alt á rætta stað, samstundis sum alt skal síggja vakurt út, sigur Hans Kristian Eyðunsson Hansen.

 

Í VikuskiftisSosialinum, sum kom hósdagin, nú fríggjadagurin var heilidagur, er stórt og forvitnisligt serblað um vinnu, sum hesaferð leggur dent á sjóvinnu. Blaðið fæst til keyps í blaðsølunum kring landið.

 

 

- Tað skal vera praktiskt, eggjandi og fjálgt at arbeiða á einari skipsbrúgv, tí hetta skapar eitt tryggari skip fyri manning, teirra familjur og reiðarí, sigur Hans Kristian Eyðunsson Hansen.

Hans Kristian Eyðunsson Hansen.