Maskinmenn til samráðingar við SEV og APK

Maskinmeistarafelagið hevur sagt upp sáttmálan við SEV, og APK í Grønlandi hevur sagt upp sáttmálan við Maskinmeistarafelagið um føroysku maskinmeistararnar við grønlendskum rækjuskipum

Sáttmálar

Seinasta dag í mars boðaði Maskinmeistarafelagið SEV frá, at felagið hevur avgjørt at siga upp sáttmálan fyri maskinmenninar, sum starvast hjá elfelagnum.
Gamli sáttmálin millum feløgini fer úr gildi tann 1. juli 2005.

APK sigur upp

Samstundis, sum Maskinmeistarafelagið segði upp sáttmálan við SEV, hevur grønlendska reiðarafelagið, APK, avgjørt at siga upp sáttmálan við Maskinmeistarafelagið.
Sáttmálin millum Maskinmeistarafelagið og APK fevnir um føroyingar, ið sigla sum maskinmeistarar við grønlendskum rækjuskipum.
Gamli sáttmálin millum Maskinmeistarafelagið og APK fer eisini úr gildi tann 1. juli 2005.