Maskinmeistari og professari

Nýggi professarin á Setrinum er eisini útbúgving maskinmeistari. Hann hevur vunnið fleiri prísir fyri síni avrik sum granskari

Rólant Waag Dam

Bogi Bech Jensen er 36 ára gamal og er ættaður úr Havn. Hann er út­búgv­in mask­in­meistari, sivil­verk­frøð­ing­ur og hevur doktara­grad innan rav­magns­verk­frøði frá New­castle University í Stóra­bret­landi. Hann kemur úr starvi sum lektari og deildar­leiðari á Danmarks Tekn­iske Universitet í Lyng­by, har hann seinastu fýra árini hevur uppbygt gransk­ing­ar­økið elmaskinur, sum nú hevur átta fulltíðar gransk­ar­ar í starvi. Á DTU hevur Bogi havt ábyrgdina av 15 granskar­um. Í starvinum hev­ur hann eisini staðið fyri at byggja upp samstarv við fleiri fyritøkur í Danmark og rest­ina av Evropa.
Áðrenn Bogi kom at arbeiða á DTU, var hann lektari á Newcastle Uni­ver­sity.
Bogi er virkin granskari og undir­vísari innan elorku, har hann serliga hevur arbeitt við vindorku seinastu fýra árini. Hann hevur útgivið 50 vís­inda­ligar greinar, hevur tvey patent og er ritstjóri á ein­um av fremstu vísindaligu tíðar­rit­unum innan el­orku, amerikanska IEEE Trans­actions on Indurstry Applica­tions. Í september 2013 varð hann heiðraður við AEG Elek­tron­prisen, sum verður givin einaerð um árið til ein framúr­skarandi granskara í Da­n­mark. Bogi hevur havt ábyrgd av fleiri skeiðum á DTU og Newcastle University, og hevur vegleitt lesandi í verk­ætlanum á øllum hægri útbúgv­ingar­stigum. Í 2011 vann hann heiðurin sum besti undirvísari á DTU Elektro.
rolant@sosialurin.fo