Maskinmeistarafelagið og Fíggjarmálaráðið hava skrivað undir nýggjar trý ára sáttmálar Sáttmálarnir, sum umfata maskinmeistarar í almennari tænastu á landi, maskinmeistarar/motorpassarar á fiskirannsóknarskipinum Magnus Heinason og maskinmeistarar/motorpassarar á Strandfaraskipum Landsins, eru galdandi frá 1. oktobur í ár til 1. oktobur í 2010.
Karmurin um semjuna er umleið 9 prosent, og lønin hækkar 2,65 prosent 1. oktobur í 2007, 1. oktobur í 2008 og 1. oktobur í 2009. Somu dagar hækkar eftirlønin ávikavist úr 12 í 12,5 prosent, úr 12,5 í 13 prosent og úr 13 í 13,5 prosent.
Partarnir eru samdir um 1. oktober 2008 at umrøða lønarspurningin, um munandi broytingar, ið hava ávirkan á lønarlagið, eru farnar fram í samfelagnum. Henda áseting kann ikki føra til, at sáttmálarnir verður uppsagdir í sáttmálaskeiðinum.