Jógvan Nybo hevur boðað frá, at hann er ikki longur formaður í Maskinmeistarafelagnum. Nú er greitt, at Maskinmeistarafelagið skal hava nýggjan formann á aðalfundinum um vikuskiftið.
Seinnapartin fríggjadagin boðaði Jógvan Nybo felagnum frá, at hann ikki ynskti at halda fram sum formaður. Fráboðanin var skivlig, men uttan grundgevingar, sigur Útvarpið.
Páll Hansen, næstformaður í Maskinmeistarafelagnum, sigur við Útvarpið, at avgerðin hjá Jógvani Nybo at gevast í felagnum, kom óvart á, tí hann hevur einki nevnt um slíkar ætlanir.
Tríggir limir hava stillað upp til formansvalið í Maskinmeistarafelagnum, sum verður leygardagin.