Málið um maskinmmeistararnar hjá Fiskiveiðieftirlitinum er ein løgin søga. Tað gamla og hátt virda yrkisfelagið, Maskinmeistarafelagið, hevur stríðst fyri at fáa sáttmálaviðurskiftini á vaktar- og bjargingarskipunum í rættlag. Sum ein liður í hesum stríði søgdu meistararnir á skipunum seg úr starvi. Hetta varð gjørt fyri at stuðla felagnum. Men hetta vápn virkar bara, um allir starvsfelagar standa saman. Eitt slíkt tiltak hevur tí sum fortreyt, at eingin starvsbróðir uttan fyri skipanina søkir størvini hjá teimum, ið hava sagt upp. Bert á hendan hátt kunnu teir, ið hava stríðst fyri betri sømdum, heysta fruktirnar av sínum stríði. Maskinmeistarafelagið hevur tí heitt á allar sínar limir um ikki at søkja størvini. So langt so gott. Men sum øllum kunnugt gekk ikki, sum Maskinmeistarafelagið og meistararnir á vaktar- og bjargingarskipunum høvdu ætlað og væntað. Nakrir av starvsbrøðrum uttanfyri Fiskiveiðieftirlitið søktu størvini og fingu tey.
Eftir hendingina hava ábreiðslurnar á teir, sum hava fingið størvini hjá stríðsmonnunum, ikki trotið. Men teir vónsviknu meistararnir og felag teirra tykjast gloyma størstu syndarnar í hesum máli. Hesir eru almenni arbeiðsgevarin ? fiskimálaráðharrin og ovasti maður í starvsfólkamálum: fíggjarmálaráðharrin. Við at góðtaka hesa mannagongd hava hesir myndugleikar evstu politisku ábyrgdina av óskilinum. Vit loyva okkum at ivast, hvørt her bert er talan um tilvild. Síðan fullveldissamgongan tók við hava vit upplivað ein margháttligan og harðrendan almennan starvsfólkapolitikk. Ein politikk, sum er eyðkendur av andsøgnum og illvilja mótvegis yrkisfelagsskapunum og fakfelagsrørsluni sum heild.
Andsøgnirnar vísa seg við, at tað almenna proklamerer ein nýggjan setanar- og starvsfólkapolitikk. Bert sakligar grundir skuldu vera støði undir almennum setanum. Men myndin í gerandisdegnum er ein heilt onnur, tá starvsfólkapolitikkur skal innast í verki. Hvat liggur aftan fyri atburðin móti Maskinameistarafelagnum? Er hetta ein avleiðing av, at løgmaður hevur avreitt starvsfólkapolitikkin? Er hetta hevnd? Er hetta ein gerð til skrekk og ávaringar fyri onnur virkin og framfýsin yrkisfeløg? Er hetta eitt mál fyri umboðsmannin?
Er tað ikki í ljósinum av øllum hesum, ið trætan millum Maskinmeistarafelagið og landsstýrið kanska skal síggjast. Talan er kanska ikki um eina tilvildarliga trætu. Er atburður Fiskiveiðieftirlitsins og fíggjarmálaráðsins ein liður í einum miðvísum politikki, ið hevur til endamáls at gera føroysk yrkisfeløg veikari. Var tað ikki henda samgongan, ið legði út við at tosa um íslendskt lønarlag? Hetta er ein ørkymlandi støða, ið reisir nógvar moralskar og politiskar spurningar.
Landsstýrismenninir hava enn møguleika at fáa hetta mál aftur á rættkjøl við at fara inn í málið og beina burtur tann órætt, ið er framdur móti tænastumonnunum á vaktar- og bjargingarskipunum. Eftir tað seinasta, ið er hent, har teir, ið høvdu søkt størvini móti ráðum Maskinmeistarafelagsins, hava tikið umsóknir sínar aftur, er høvi at geva hesum máli eina sømiliga loysn. Henda loysn má merkja, at teir "gomlu" maskinmenninir fáa síni størv aftur. Og hetta kann væl bert gerast við eini politiskari avgerð, har báðir avvarandi landsstýrismenn eru samdir um eina slíka loysn. Hendir hetta ikki, eigur løgtingið at hyggja at málinum og kanna, um teir hava umsitið hetta mál á fullgóiðan hátt.
Sosialurin










