Maskinmeistarar taka pennin fram

Maskinmeistarafelagið fyllir 80 ár í ár, og í tí sambandi skipar felagið nú fyri einari greinakapping millum limir felagsins.

 

Ætlanin er at hava tríggjar kappingar tað, ið eftir er av hesum árinum - eina kapping fyri hvørt blaðið, sum kemur út aftrat í ár. Felagið veit at siga, at fyri hvørja kapping verður 1., 2. og 3. virðisløn latin, og hesar vera á ávíkavist 2.000, 1.000 og 500 krónur.

- Vinnaragreinin verður prentað í Maskinmeistaranum og løgd á heimasíðuna, og nummar 2 og 3 verða eisini lagdar á heimasíðuna – og møguliga brúktar í blaðnum seinni, um tær hóska og í samráð við innsendaran.

Maskinmeistarafelagið vísir á, at allar innsendar greinar eru meira enn vælkomnar - sama um tær eru kandidatar til virðisløn ella ikki, tí øll íkast kunnu heilt vist tæna sum íblástur til greinar til blaðredaksjónina at framleiða.

- Næsta blað kemur út í endanum á mai, og longu tá er ætlanin, at fyrsti greinavinnarin verður kosin og vinnaragreinin prentað. Tað merkir, sigur Maskinmeistarafelagið, at evstamarkið fyri innsendan av greinum til kappingina er fríggjadagin 14. mai.

Meira um greinakappingina kann lesast á heimasíðuni - www.mf.fo