Um hálvgum trý tíðina leygarmorgunin skrivaðu Maskinmeistarafelagið og Reiðarafelagið fyri Farmaskip á fyrsta sinni undir sersáttmála fyri veitingarskip í frálandavinnu.
Frá 1. juni 2001 verður mánaðarlønin hjá maskinstjórum kr. 31.700 og hjá 1. meistarum kr. 27.289.
1. mars 2002 hækkar lønin hjá maskinstjórum til kr. 34.386 og hjá 1. meistarum til kr. 30.238.