Hósdagin sendi stýrið í SEV eitt skriv til Maskinmeistarafelagið, har stýrið heitti á felagið um at útnevna ein semingsmann, so at ein loysn kann finnast á knútinum, sum er íkomin eftir at Karsten Hansen ikki vildi góðkenna sáttmálan millum partarnar.
Hetta vil Maskinmeistarafelagið tó ikki hoyra talan um. Felagið fer at svara skrivinum frá SEV og boða frá, at tað ikki fer at útnevna ein semingsmann, tí felagið hevur skrivað undir ein sáttmála.
Maskinmeistarafelagið heldur sostatt fast við, at sáttmálin, sum varð undirskrivaður tann 28. mars, framvegis er galdandi, hóast hvørki Fíggjarmálaráðið ella SEV vilja kennast við hendan sáttmálan.
Men er tað ikki heldur løgið, at Maskinmeistarafelagið heldur fast við ein sáttmála, sum Fíggjarmálaráðið ikki vil góðkenna, og sum SEV ikki kann halda seg til?
? Nei tað halda vit ikki er løgið. Vit hava undirskrivað ein sáttmála, sum okkara limir hava fingið løn eftir, so har er í veruleikanum eingin trupulleiki, sigur Jógvan Nybo, formaður í felagnum.
SEV vísir til paragraf 21, stk. 1 í tí nýggja sáttmálanum. Henda greinin er tó eisini við í tí gamla sáttmálanum. Har stendur at um sáttmálin er uppsagdur ella semja ikki fæst í lag partanna millum, hevur hvør av pørtunum rætt til at fáa tingingar framdar við uppílegging av semingsmanni. Um semja ikki fæst um semingsmann verður hann útnevndur av sorinskrivaranum.
SEV kann sostatt vænta sær at fáa noktandi svar frá Maskinmeistarafelagnum, og fastlæsta støðan er sostatt ikki nærri eini loysn nú enn áður.









